Þú þarft að uppfæra flash spilarann þinn og/eða kveikja á javascript.

Clickhaze

Clickhaze

Clickhaze

Søgan um Clickhaze byrjar inni á Kambsdali á vetri 1998. Jón Tyril gekk við einum hugskoti um at stovna nýtt orkestur.

Tá Jón heitti á Boga um at stovna ein bólk saman við sær, vaknaði tann innari guitaristurin í Boga úr dvala.

Teir heittu á vinmannin Petur Jensen (nú Pólson) um at koma við.

Á studentaskúlanum á gekk Jens L. Thomsen. Jens spældi eitt skifti bass í Visible Fish, tá Bogi varð burturstaddur. Og tá teir tríggir vendu sær til Jens um at spæla bass í nýggja bólkinum, játtaði hann seg fúsan.

Høgni Lisberg spældi við onkrum lokalum bólkum, og hann var eisini skjótt fúsur, tá hann varð boðin við.

Tær fyrstu mongu venjingarnar fóru fram inni í eini skúlastovu á Kambsdali. Bólkurin spældi at byrja við rættiliga aggressivan rock, ið kanska minti eitt vet um Rage Against the Machine og Black Sabbath. Fyrsta lagið, ið varð skrivað kallaðist "Stop Breathing", men eisini varð ferðast inn á bleytari øki, við eitt sindur lættari groovum, og eitt sindur popputari rappi. Fyrsta veruliga tiltakið, sum bólkurin var við í, var almenna tónleikakappingin Prix Føroyar 1999. Innleiðandi umførini vórðu sett at byrja í januar mánaði. Við hesum í huga varð farið undir at venja eitt sindur miðvísari, og løg vórðu smíðað.

Eivør vann, sum bert 13 ára gomul, Ársins Songrødd kappingina. Jón og Bogi spurdu hana ein dagin um hon hevði hug at koma at syngja við einum bólki, sum skuldi við á Prix Føroyar umfarið, sum varð hildið í Miðvági eina viku ella tvær seinni. Hon játtaði, og týsdag vandi hon fyrstu ferð við Clickhaze.

Við Eivør fekk tónleikurin eina melodiøsa kós, sum skapti eina kontrast til Petursa ráu og myrku løðingar, og hetta hóskaði væl til tónleikin, ið gjørdist alsamt samansettari, av myrkri og ljósi, av aggressivum riffum og flótandi groovum. Tað stuttliga hendi, at Clickaze vann innleiðandi umfarið í Miðvági, og harvið sæti í finaluni, sum varð hildin í apríl mánaði 1999. Við hesum hevði bólkurin sligið sítt navn fast í Føroyum alt fyri eitt.

Á finaluni í Prix Føroyar 1999 var afrikanski vinururin hjá Jón, Malik Jagne við Clickhaze og sýndi sínar framúr percussión dygdir. Clickhaze spældu løgini "Stop Breathing", "My Beautiful Pet", "Disco Beam" og "Strap On Messiah".

Eftir Prix Føroyar 99 spældu Clickhaze ymsastaðni í Føroyum, og túraðust m.a. við bólkunum Flux og Visible Fish. Clickhaze spældu eisini á smærri støðum í Eysturoynni, og nakrar konsertir saman við bólkinum "Glorybox".

Á Ólavsøku konsertini 2000 vóru Clickhaze eisini við. Løgini vóru nú vorðin heilstoyptari og stílurin eyðkendari. Í tónleikinum hoyrdust djúpfestar røtur í tí føroyska veður- og hugalagnum. Stevið, sum dundi í fjøllunum, í kvæðunum, í sálmunum og sjálvari søguni, hoyrdist sum ein grundtóni, samstundis sum alheims rokkurin avgjørt var musikalska tungumálið. Til hesa framførsluna varð lagið "Indigo Brow" skrivað, men seinkingar í skránni og ymiskt annað gjørdu, at Clickhaze ikki fingu høvi at spæla júst hetta lagið. Tá gjørt var av, at melda bólkin til Prix Føroyar 2001 eitt hálvt ár seinni, var tað serliga lagið "Indigo Brow", sum Clickhaze ynsktu at spæla. Clickhaze leitaðu eftir einum sum kundi spæla tangentar og til Prix Føroyar 2001, hevði Clickhaze fingið ein nýggjan lim, Mikael Blak.

Clickhaze megnaði enn einaferð at vinna undanumfarið til Prix Føroyar 2001, og harvið tryggja sær luttøku í finaluni. Løgini tey spældu, "Frozen Lullaby", "Notes From the Underground", og at enda "Indigo Brow", vístu seg at hava sterka ávirkan á áhoyrarar og dómarar - so sterka at Clickhaze varð kosið sum vinnarið av kappingini Prix Føroyar 2001. Umframt at vinna sjálva finaluna, ið gav atgongd til ókeypis at taka upp í studio í Danmark, fingu Clickhaze møguleikan at spæla á Nibe Festivalini.

Fólkini í Norðurlandahúsinum og tey bond, ið blivu knýtt við Peter Møller Madsen, høvuðsfyrireikarin av Nibe Festivalini, hava síðani havt stóran týdning fyri Clickhaze.
A Á B C D Ð E É F G H I Í J K L M N O Ó P Q R S T U Ú V W X Y Ý Z Þ Æ Ö 0..9